Fýra nøvn afturat eru í dag komin á plakatina fyri summarsins G! festival í Syðrutøtu. Tvey útlendsk og tvey forkunnug føroysk.
![]()
Collignon – sinnisrúmkandi og rútmiskur ljóðføristónleikur
G! festivalurin kallar tónleikin hjá portugisiska/niðurlendska bólkinum Collignon fyri tíðarleysar, sinnisrúmakandi og rútmiskar tónar. Talan er um ómetaliga dugnaligar tónleikarar, ið fáa áhoyrararnar at gloyma tíð og stað.
- Tað er sum eru teir frá eini alfevndari tíð, ið kundi verið nær sum helst. Ein upploysn av tíð. Saman við teimum, er tað sum ert tú frá framtíðini og teir eru frá seksti árunum, ella kanska øvugt! Eitt tíðarleyst frumrit av vælframførdum tónleiki, har tónar og rútmur tala týðiligari enn orð.
![]()
Dan Olsen – kendasta føroyska poppstjørnan tú ikki kennir
Seinast Dan Olsen spældi í Føroyum var í 2015. Løgið onkursvegna, tá ið tú hugsar um, at hann nærum hevur verið at hoyrt í útvarpinum dagliga líka síðani tá. Har siga tey oftast á enskum "Dææn Oulsøn", helst tí tónleikur hansara ljóðar, sum altjóðaligur poppur av besta slag.
Nú kemur hann heim aftur at framføra, og her kalla vit hann so bara Dan Olsen. Men løtan verður serstøk, tí tað verður júst Dan Olsen, sum fer at vera fyrsti framførandi á Gøtusandi hósdagin 16. juli – heiðursplássið, at byrja á sandinum, sum undanfarna ár fall Beini í lut.
![]()
Orkesta Mendoza - meksikanst evni á G!
G! festivalurin fær serstaka vitjan í ár, tá ið vælmannaði bólkurin Orkesta Mendoza kemur allan vegin úr Meksiko.
- Og hettar lata vit ikki fara ósvarað framvið, tí tá ið teir koma her, fara vit har! Fríggjadagin fara vit at pynta, gera margaritas og at eta tacos, tá ið lívligi og veitslukendi bólkurin Orkesta Mendoza kemur. Lívið er stutt og skal njótast við góðum fólki, mati og tónleiki.
![]()
Urbanus – ravtøkniligur tónleikur við heimsins enda
Sást tú sjónbandið, tá ið Urbanus stóð norðuri á Kallinum við vitan og framførdi sín ravtøkniliga tónleik? Heilt óskiljandi vakurt sjónbandalag, sum tú burdi hugt og lurtað eftir.
- Vit fáa hettar á G!, hóast tað verður niðri við sjóvarmálan.
Urbanus hevur í nógv ár verið ein umráðandi partur av føroyska tónleikalívinum, og fleiri munnu minnast hann, sum helvtina av bólkinum The Ghost, ið hann hevði saman við Filipi Mortensen. Síðani tá hevur hann kanska ikki verið so sjónligur, men hevur arbeitt støðugt víðari við ymsum, og er av sonnum ein av okkara fremstu ravtøkniligu tónleikarum – undangongumaður vildi onkur sagt.
Framførslan á G! verður serstøk, tí tað verður fyrstu ferð at Urbanus fer at framføra eitt DJ sett við egnum tilfari burturav.
G! festivalurin verður í døgunum 16. til 18. juli.
Frammanundan eru hesi nøvnini kunngjørd: Oliver Tree, Clickhaze, Frændur, Fantastic Negrito, Ásgeir, Joe & The Shitboys, Guðrið Hansdóttir, Moyka, Lea Kampmann, Duo Ruut, AySay, Irah, Elinborg, Sakaris, Dögg Nónsgjógv, Silvurdrongur, Tamikrest, Printz Board & the Butter Funk Family, Jerub, Marianna Winter, Tunghoyrt, Lynks, Alterne og Bolstad.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald