- Vit eru í stórari sorg, nú vit hava frætt at Oliver Tree er deyður í eini vanlukku. Í summar skuldi hann standa á palli í Syðrugötu framman fyri föroyskum og altjóða festivalgestum. Tað verður nú av ongum.
Hetta skrivar G! festivalurin í fráboðan nú syrguligu boðini frættust um, at amerikanski sangarin var ein av teimum trimum, sum var deyður í tyrluvanlukku í Rio de Janeriro í dag.
- Sum festivalur hugsa vit ikki um skránna í dag. Vit hugsa um menniskjað. Um ein listamann, sum bert 32 ára gamal er farin okkum frá, alt ov tíðliga. Og vit hugsa um familju, vinir, starvsfelagar og öll tey, ið nú sita eftir í sorg.
Oliver Tree (Mynd: Suzanne Cordeiro/AFP/Ritzau Scanpix)
- Tónleikur hevur eina serliga megi at savna fólk. Oliver Tree skapti sín heilt egna heim gjögnum sín tónleik, og nógv fara at minnast hann fyri bæði hugflogið, dirvið og sangirnar, sum hava fylgt teimum gjögnum lívið.
- Í kvöld senda vit okkara djúpastu samkenslu til öll, ið syrgja. Hvíl í friði, Oliver.
Hann skuldi eftir ætlan framføra á G! festivalinum 18. juli.
Les eisini: Høvuðsnavn á G! - deyður í flogvanlukku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald