Mentan

G! Festivalurin byrjar í dag

Enekk og Einangrann leggja fyri á ávikavist spæliplássinum og sandinum í dag

(Savnsmynd: G! / Alessio Mesiano)

(Savnsmynd: G! / Alessio Mesiano)

2024-07-18 09:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

G! Festivalurin, sum hevur verið hildin í Syðrugøtu síðani 2002, byrjar í dag og heldur fram til leygardagin.

Við framúr góðum veðri hevur uppsetingin og seinastu fyrireikingarnar gingið væl, og nógv fólk væntast at vitja Syðrugøtu næstu dagarnar.

Tónleikaskráin byrjar við Enekk, sum hevur havt grundleggjandi ávirkan á føroyskan tónleik síðani tíðliga í nítiárunum. Enekk lata Spæliplássið upp klokkan 17.

Kl. 18 letur pallurin á sandinum upp við Einangran, sum Lea Kampmann og Heiðrik av Heygum standa aftanfyri. Síðan kemur ein røð av fjølbroyttum og forkunnugum tónleiki, m.a. Samba Toure við sínum eyðkendu afrikansku Songhoi bluestónum úr Mali, Sound of the Damned úr Grønlandi, Das Body úr Noregi, íslendsku Gróa, donsku veitslumakararnir Spectors (Untz Untz Untz), og niðurlendsku Personal Trainer.

Harumframt verður ein spennandi skrá í Fjósinum við m.a. Elinborg, útgávukonsert við Silvurdrongi, Ragnar Finsson, og filmssýning fyrr um dagin.

Longu í gjár byrjaði veitslan á tjaldingarøkinum, og í pottunum á sandinum.  

Sí myndir: Tjaldingarøkið á G! latið upp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder