Mentan

G! Festivalurin skal finna nýggjan tónleikaleiðara

2019 var seinasti festivalinum har Fred Ruddick hevði ábyrgdina av tónleikinum

Fatboy Slim, høvuðsnavnið á G! Festivalinum í ár - eitt av stóru nøvnunum, sum Fred Ruddock hevur fingið til Føroyar

Fatboy Slim, høvuðsnavnið á G! Festivalinum í ár - eitt av stóru nøvnunum, sum Fred Ruddock hevur fingið til Føroyar

2019-09-18 18:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

G! Festivalurin skal nú finna ein nýggjan bookara og listarligan leiðara eftir at bretin Fred Ruddick, eftir fýra ár í starvinum, nú hevur boðað frá, at hann gevst.

Avgerðin um at gevast er nýliga kunngjørd, men Fred Ruddick hevur boðað fólkunum handan festivalin frá, at hann heldur fram til avloysara hansara er funnin, og er komin væl og virðiliga ígongd.

- Vit koma tíverri at missa ein dugnaligan mann, sum hevur myndað G! Festivalin hesi seinastu fýra árini. Fred Ruddick hevur hegnisliga eydnast at finna eina legu fyri festivalin, og fylt tað tómrúmið, sum uppstóð, tá undangongumaðurin Jón Tyril gavst.

Soleiðis sigur Sigvør Laksá, stjóri í festivalinum.

Tey fara nú at leita eftir einum øðrum persóni, sum kann standa fyri at finna nøvn til komandi festivalar og seta skránna saman.

[object Object]
Fred Ruddick (Mynd: KvF)

- Við Fred Ruddick hevur G! Festivalurin broytt seg eitt sindur. Vit fóru frá at vera ein festivalur við nógvum norðurlendskum nøvnum á skránni til at vera ein, sum leitaði meira tann bretska vegin.

Fred Ruddick hevur havt høvuðsábyrgdina av skránni hesar fýra seinastu festivalarnar. Áðrenn tað var hann við sum fyriskipari av tí, sum gekk fyri seg á síðupallinum, ið eitur Grundin.

Fred hevur heldur ikki verið einsamallur um at booka øll nøvnini. Sigvør Laksá vísir á, at tað er ein fastur hópur av fólkum, sum støðugt arbeiðir við G! Festivalinum, eisini fólk, sum arbeiða við at finna nøvn til síðupallarnar Fjósið og Grundina.

Hóast tað er eitt stórt arbeiði at vera tónleikastjóri á G!, so er festivalurin ikki so stórur, at hann hevur møguleika at løna hesum í fulla tíð.

- Tí er tað ein avbjóðing fyri okkum nú at finna ein avloysara fyri Fred. Tí tað má helst vera ein persónur, sum býr í Føroyum, men eisini ein, sum brennur fyri at gera G! Festivalin so góðan sum gjørligt, sigur Sigvør Laksá.

G!Festivalurin komandi ár verður í døgunum 16., 17. og 18. juli.

[object Object]
Fred Ruddick hevur eisini sjálvur upptraðka á G! (Savnsmynd: G! Festivalurin/Olivur Eystberg) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder