”Tað harmar okkum at kunngera, at Princess Nokia hevur avlýst konsertina á G! Festival í summar. Vit arbeiða upp á at finna ein góðan avloysara og vóna og vænta, at vit kunnu kunngera nýtt og spennandi íkast til G! skránna ein av komandi døgunum.”
Soleiðis ljóðar stuttorðaða tíðindaskrivið, sum G! Festivalurin sendi út í dag.
Amerikanski rapparin, Destiny Nicole Frasqueri, á palli kallað Princess Nokia, sum var sett at vera høvuðsnavn hóskvøldið á G! hevur givið avboð.
- Orsøkin til at hon ikki kemur, er persónlig.
Tað er alt, sum maðurin, ið samskipar tónleikin og skaffar altjóða tónleikanøvnini til G! Festivalin, Fred Ruddick, vil siga, tá vit spyrja, um orsøkin kanska er ágangurin, sum serliga G! Festivalurin hevur merkt orsaka av føroyska grindadrápinum.
Princess Nokia var ein teirra, sum fekk beinleiðis á heitan frá umhvørvisfelagsskapinum Blue Planet Society um at boykotta festivalin á Syðrugøtusandi. Les: Heita á tónleikarar um at boykotta G! Festivalin
Fred Ruddick ásannar, at fyrireikararnir av G! Festivalinum hava ovurstórar avbjóðingar í løtuni orsaka av trýsti frá umhvørvisfelagsskapum, serliga í Bretlandi. Sjálvur greiddi hann frá hesum trupulleikum í Degi og Viku herfyri.
- Vit royna sum frægast at standa ímóti áhaldandi trýstinum, og royna at fáa skránna at hanga saman, samstundis sum vit royna at halda ein lágan profil mótvegis altjóða tónleikaheiminum fyri tíðina.
- Men tað hevur eydnast okkum at skaffa ein fullgóðan avloysara fyri Princess Nokia sum høvuðsnavn hóskvøldið. Vit vænta at kunna kunngera tað navnið fríggjadagin, sigur Fred Ruddick.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald