2019-07-10 20:08
- Í ár opnar sandurin sum nakað heilt serstakt - ein konsert har okkara kærastu tónleikarar fara at heiðra hvørjum øðrum.
Hesum boðar G! Festivalurin frá í tíðindaskrivi.
Konsertin, sum er byrjanin til 18. G! festivalin er ein“ all star” konsert, har Eivør, Greta Svabo Bech, Marius Ziska, Guðrið Hansdottir og Høgni við bólki fara at framføra kend løg hjá hvørjum øðrum, soleiðis sum mann ongantíð hevur hoyrt tey fyrr.
All star konsertin verður á sandinum hóskvøldið klokkan 21.10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald