Ukraina fer at fáa meira hernaðarstuðul. Tað kom fram á G7-toppfundinum í dag, har ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj eisini luttekur, skrivar DR.
M.a. hevur amerikanski forsetin, Joe Biden lovað, at Ukraina skal fáa meira hjálp frá USA. Ein nýggjur vápnapakki er ávegis til ukrainar, sum m.a. inniheldur lóður, skotvápn og brynjað akfør.
Virðið á hesum pakkanum er uml. 375 milliónir dollarar, ið svarar til góðar 2,5 milliardir krónur. Sambært Reuters hevur Ukraina higartil fingið stuðul fyri 37 milliardir dollarar (ið svarar til 255 milliardir krónur).
Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak hevur eisini boðað frá, at Stórabretland er til reiðar at byrja at venja ukrainskar flogskiparar í summar.
G7-toppfundurin, sum verður hildin í japanska býnum Hiroshima í ár, byrjaði fríggjadagin og endar í dag. G7 er ein felagsskapur, har leiðarar úr heimsins fremstu ídnaðarlondum hittast eina ferð um árið. Talan er um londini Kanada, USA, Stórabretland, Týskland, Frakland, Italia og Japan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald