Uttanlands

G7 londini á fund í dag

Leiðarar í G7-londunum hittast á talgildum fundi seinnapartin – Evnini á fundinum verða koronafarsóttin, heimsbúskapurin og avbjóðingar við Kina

Hetta verður fyrsti G7 fundur hjá nývalda amerikanska forsetanum, Joe Biden (Mynd: EPA)

Hetta verður fyrsti G7 fundur hjá nývalda amerikanska forsetanum, Joe Biden (Mynd: EPA)

2021-02-19 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin fer amerikanski forsetin Joe Biden fyri fyrstu ferð á fund við leiðararnar í G7-bólkinum.

Á skránni á talgilda fundinum er koronafarsóttin, heimsbúskapurin og avbjóðingar við Kina.

Biden ætlar sær m.a. at leggja dent á globalu handfaringina av farsóttini, framleiðslu av koppingarevni, og býti av útgerð, upplýsir talsfólk hansara, sambært tíðindastovuni Reuters.

Umsitingin hjá Joe Biden ætlar at lata fýra mia. dollarar til at koppseta fólk í fátækum londum. Stórabretland hevur lovað at lata 548 mió. pund til COVAX ætlanina hjá Heimsheilsustovninum WHO, og bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson ætlar sær at heita á onnur G7-lond um at lata fleiri pengr.

COVAX er eitt átak, sum skal tryggja eina rættvísa útbýting av koppingarevni móti korona tvørturum landamørk og samfelagsbólkar.

Fundurin, sum verður talgildur, byrjar klokkan 14 okkara tíð.

G7 londini – USA, Japan, Týskland, Stórabretland, Frakland, Italia og Kanada, skulu eftir ætlan hittast á toppfundi í summar. Fundurin verður í Carbis Bay í Onglandi, av tí at Stórabretland í løtuni hevur formansskapin í bólkinum.

Fundurin, sum eftir ætlan verður í døgunum 11. – 13. juni, verður fyrsti G7 toppfundur í næstan tvey ár. Toppfundurin, sum skuldi vera í USA í fjør, varð nevniliga avlýstur orsakað av korona.

Umframt leiðarar úr G7-bólkinum hevur Stórabretland boðið umboð úr Avstralia, India og Suðurkorea við sum gestir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder