
G7-londini, sum hava fundast í Týsklandi seinastu dagarnar, ætla at halda fram at leggja trýst á Russland, og vilja tey hava fleiri revsitiltøk sett í verk móti økjum, sum russiska stýrið í Moskva er bundið av.
Í felags fráboðan framgongur, at tey m.a. vilja banna ella minka so líðandi um innflutning av russiskari olju, skrivar Ritzau.
Tað eru uttanríkisráðharrar í teimum sjey londunum, sum eru millum heimsins ríkastu ídnaðarlond – Stórabretland, Kanada, Týskland, Frakland, Italia, Japan og USA – sum hava fundast seinastu dagarnar í norðurtýska býnum Weissenhaus.
Umframt at tey vilja hava fleiri revsitiltøk, vilja tey eisini framhaldandi veita Ukraina hernaðarligan stuðul, so leingi, sum hetta er neyðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald