Uttanlands

G7: Semja um fleiri revsitiltøk móti Russlandi

Leiðarar úr G7-londunum sita í løtuni á toppfundi í Hiroshima í Japan

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-05-19 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heimsleiðararnir, sum í løtuni luttaka á G7-toppfundi í Japan eru samdir um fleiri revsitiltøk móti Russlandi.

Tað skriva fleiri miðlar, m.a. DR.

Í fráboðan leggja teir dent á skylduna til at "standa saman móti ólógliga, óforsvarliga og óprovokeraða krígnum hjá Russlandi móti Ukraina", og endurnýggja teir sínar skyldur til at "veita tann fíggjarliga, humanitera, hernaðarliga og diplomatiska stuðulin, sum Ukraina hevur brúk fyri, so leingi hetta krevst".

Teir siga, at teir áleggja fleiri revsitiltøk fyri at økja um kostnaðin hjá Russlandi og teimum, sum stuðla teimum í krígnum.

Í fráboðanini verður eisini lagt afturat, at friður bert kann røkkast, um Russland treytaleyst tekur sínar herdeildir og hernaðarligu útgerð úr Ukraina.

G7 er ein felagsskapur, har leiðarar úr heimsins fremstu ídnaðarlondum hittast eina ferð um árið. G7-londini eru Kanada, USA, Stórabretland, Týskland, Frakland, Italia og Japan. Á fundinum í ár luttaka m.a. eisini umboð úr ES, og eisini fer ukrainski forsetin, Voldoymyr Zelenskyj at luttaka.

Les eisini: Zelenskyj luttekur á G7-toppfundi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder