Amerikanski forsetin, Donald Trump bjóðar fram sítt golffrítíðarstað í Florida til næsta G7-toppfundin.
Hetta upplýsir starvsfólkaleiðarin í Hvítu Húsunum, Mick Mulvaney. Samstundis vísur hann aftur, at Trump fer at fáa vinning av hesum.
Mick Mulvaney sigur eisini, sambært DR, at veðurlagsbroytingar ikki verða á dagsskránni til næstu G7-fundin.
Fleiri støð hava verið umhugsað til næsta G7-toppfundin, m.a. støð í statunum Kalifornia, Hawaii, North Carolina, Michigan, Tennessee og Utah, men sambært starvsfólkaleiðaranum í Hvítu Húsunum eru eingin av teimum eins góð og golffrítíðarstaðið hjá Trump, sum er nærindis floghavnini í Miami.
Næsti G7-toppfundurin verður í juni 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald