Innanlands

Gabriel Sebastian Apetrei er nýggjur ungdómsleiðari

Gabriel fer beinanvegin til verka og leggur ætlan, fyri eina nýggja tíð, fyri ungdómshúsið Staðið, sum skal verða ein klekingardepil fyri tey ungu í kommununi

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2022-11-01 18:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag byrjar Gabriel Sebastian Apetrei í starvi sum ungdómsleiðari hjá Vestmanna kommunu.

Gabriel fer beinanvegin til verka og leggur ætlan, fyri eina nýggja tíð, fyri ungdómshúsið Staðið, sum skal verða ein klekingardepil fyri tey ungu í Vestmanna.

Gabriel er uppvaksin í Vestmanna og varð sjálvur tannáringur, tá ið Staðið varð stovnsett.

– Tá ið Staðið varð stovnsett, við Paula Magnussen á odda, var eg sjálvur tannáringur. Hendan tíðin var serstøk og hevur verði við til at ment meg sum menniskja. Eg ynskji at føra tann arvin víðari, og at byggja víðari uppá alt tað góða arbeiðið hjá mínum undangongumanni, sigur hann sambært heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder