2020-09-18 22:34
Danski tónleikamiðilin Gaffa hevur nógv rósandi orð at siga um nýggju útgávuna hjá Eivør.
Nýggja útgávan Segl, sum varð givin út í dag, er ein djørv útgáva, sigur ummælarin hjá Gaffa.
– Aftur nú er greitt, at Eivør bæði tøkniliga og listaliga er ein víðfevndur meistari, eitt listafólk av Guðs náði. Hon megnar at leggja ljóðføri og rødd undir seg sum bert einglarnir kunnu.
Segl kann gerast tað meistaraverkið, sum mann eisini um 10 og 20 ár fer at tosa um og finna fram umaftur og umaftur, sigur ummælarin, sum gevur útgávuni seks stjørnur.
Alt ummælið hjá Gaffa sæst her.
Sí eisini ummælið hjá Portalinum: Tað besta Føroyar hava at bjóða
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald