Mentan

Gaga bar gitnan gimstein um hálsin

Tiffany-diamanturin er bert borin alment tríggjar ferðir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-02-25 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá stjørnan frá filminum ”A Star is Born”, Lady Gaga, kom til handanina av Oscar-virðislønunum í gjárkvøldið, bar hon ein av heimsins størstu gimsteinum um hálsin.

Tiffany-gimsteinurin er 128,65 karat. Lady Gaga er bert triðja kvinnan, sum hevur borið gimsteinin alment.

Gimsteinurin varð funnin í Suðurafrika í 1877, og hevur síðan verið sýndur fram í New York, Suðurafrika, London og Paris.

Fyrsta til at bera gimsteinin var diplomatfrúan Mary Crocker Alexander Whitehouse, sum bar gimsteinin til Tiffany-veitslu í Newport í 1957. Fýra ár seinni – í 1961 – bar sjónleikarin Audrey Hepburn gimsteinin í sambandi við at filmurin, ”Breakfast at Tiffany’s”, varð vístur fyrstu ferð.

Tá sangarinnan Lady Gaga í nátt traðkaði út á reyðu langmáttuna í Los Angeles, skein guli gimsteinur meira enn stroppaleysi svarti kjólin frá Alexander McQueen og hennara silvurbleikta hár, skriva tíðindastovurnar um Lady Gaga.

Mótablaðið Vouge umrøður diamantin hjá Gaga sum ”mest ikonisku smúkkuna, ið er borðin til Oscar”.

Í 1972 varð gimsteinurin lýstur til sølu fyri fimm milliónir dollarar, svarandi til 33 milliónir krónur. Sambært Vogue er Tiffany-gimsteinurin verdur 200 milliónir krónur í dag.

Hóast Lady Gaga skal lata gimsteinin aftur, nú Oscar-hátíðarhaldið er av, so sleppur hon at varðveita eitt annað dýrabært minni. Hon fekk jú eina Oscar standmynd fyri sangin ”Shallow”, ið hon skrivaði til filmin ”A Star is Born” saman við tónleikaframleiðaranum Mark Ronson.

Gaga var eisini tilnevnd til besta kvinnuliga høvuðsleiklut fyri sín leiklut í filminum. Menn tann heiðurin fór til Olivia Colman, sum vann fyri filmin ”The Favourite”. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder