Leygardagin 13. juni verður skipað fyri gongutúri við stokkum í Fuglafirði.
Byrjað verður við Mentanarhúsið í Fuglafirði klokkan 13, og túrurin er liðugur klokkan 15.
Hetta verður ein lættur gongutúrur, har øll, sum hava hug, kunnu koma við. Einasta treyt fyri luttøku er at binda. Kaffityst kunnu eisini keypa sær ein drekkamunn aftaná. Frásøgufólk verður við á túrinum.
GAKK OG BINT byrjaði í 2005 og verður nú hildið í 33 ymsum londum. Sostatt er talan um heimsins størsta bindiátak. Altjóða heitið á degnum er World Wide Knit in Public Day, eisini nevnt KIP.
– Bæði binding og rørsla eru góðar fyri heilsuna. Gott hevði verið, um tað eisini verður skipað fyri GAKK OG BINT aðrastaðni í landinum boðar Bindifestivalurin frá.
Tiltakið er ókeypis, og meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald