Mentan

Gallagher brøðurnir saman aftur

Eftir 15 ára støðg er bretski bólkurin Oasis savnaður aftur

2024-08-27 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru stórtíðindi í bretska tónleikaheiminum, at brøðurnir Liam og Noel Gallagher nú aftur eru farnir at spæla saman. Tað hava gingið søgur um, at bólkurin Oasis var á veg saman aftur eftir 15 ára støðg, og nú vátta brøðurnir tíðindini á sosialu miðlunum.

Komandi summar fara teir at geva fleiri stórar stadionkonsertir í Onglandi, Wales, Skotlandi og Írlandi. Við teirra bretska speii kalla teir konssertferðina fyri Oasis Live ’25 World Tour.

Fyribils eru 14 konsertir kunngjørdar.

Teir spæla 4. og 5. juli á Cardiff Principality Stadium í Wales, 11., 12., 19. og 20. juli í Manchester Heaton Park, 25., 26. juli og 2. og 3. august á Wembley Stadium í London, 8. og 9. august á Ediburgh Scottish Gas Murrayfield Stadium og 16. og 17. august í Dublin Croke Park.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder