Mentan

Adventskalendari við Julius og Rógva á portal.fo

Sunnumorgunin klokkan 7 kemur fyrsti partur av nýggja adventskalendaranum við Julius og Rógva á Portalin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-11-25 20:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir vóru at síggja á Portalinum í 2017, og nú venda teir aftur við nýggjum jólakalendara til øll børn í Føroyum.

Sunnudagin er fyrsti sunnudagur í advent, og fram til jóla verða fimm partar av nýggja adventskalendaranum við Julius og Rógva at síggja á Portalinum.

Ein partur hvønn sunnumorgun klokkan 7 umframt ein partur jólaaftansmorgun.

- Ja – nú er jólatíðin byrjað, og eri eg næstan liðugur við allar pakkarnar. Enn ringja børn og skriva við gávuynskjum. Summi ynskja harðar pakkar og summi bleytar pakkar, sigur Julius glaður tá vit ringja at spyrja um hann gleðir seg til jóla.

- Rógvi er so raskur at koma at vitja meg, og tað er júst tað sum børnini koma at síggja í adventspartinum hvat vit hava gjørt saman. Also hihihi.. hvat var spurningurin? Nå ja, ja eg gleði meg so nógv til jólar.

Saman við Julius og Rógva kunnu øll børn í Føroyum telja niður til stóru løtuna og hugnan jólaaftan. Partarnir eru fimm til seks minuttir til longdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder