Innanlands

Altjóða KT-ráðstevna av bakkastokki í morgun

Spennandi fyrilestrar, básar, har fyritøkur vísa fram, workshops og ein pitch-kapping á la Løvens hule

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-05-12 14:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag fór fyrsta føroyska, altjóða KT-ráðstevnan Tonik av bakkastokki. Har er nógv á skránni. Spennandi fyrilestrar, básar, har fyritøkur vísa fram, workshops og ein pitch-kapping á la Løvens hule.

Tonik er fyri øll við áhuga fyri tøkni, íverksetan, list og mentan. Fólk í vinnuni, íleggjarar og vanlig fólk, sum bara hava áhuga í, hvat gongur fyri seg í Føroyum í dag, á altjóða pallinum.

Konseptið er eitt sindur sum at fara á tónleikafestival. Ein føst skrá, og eitt frítt val hjá áhoyrarum at velja, hvat tey hava hug at hoyra. Og so ganga og mingla fyri rest í óhátíðarligum umhvørvi.

Tonik er í Silo á Vestaru bryggju í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder