Mentan

Annika Olsen komin upp at hanga

Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað málningin av Anniku Olsen, sum nú hongur í býráðssalinum

2023-01-21 08:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Annika Olsen er nú komin upp at hanga í býráðssalinum millum hinar borgarstjórarnar í Tórshavnar kommunu.

Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað, og hon handaði málningin í gjár.

- Haldi, at Sigrun er komin væl frá uppgávuni, og hevur hon sjálvsagt sett sitt sermerkta eyðkenni á málningin. Vit ána eisini spurvin koma undan vinstra herðablaði, sum symboliserar, at tað fer alt at ganga, og at ein meining er við øllum, og liljuna havi eg høgru meðin økslina, sum sýmboliserar vón, skrivar Annika Olsen á Facebook.

- Fari at takka Sigruni fyri gott samstarv og gott arbeiði, sigur Annika Olsen.

Annika Olsen var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu frá 1. januar 2017 til 31. desember 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder