Innanlands

Brandvenjing á Sundsverkinum í gjárkvøldið

Tórshavnar Sløkkilið hevði í gjárkvøldið venjing á Sundsverkinum

(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið)

(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið)

2022-09-16 07:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjárkvøldið var nýggja høllin hjá SEV á Sundi karmur um eina venjing. Vant var í leiting og bjarging eftir saknaðum fólki.

Átaksleiðarin sendi fleiri lið av roykkavarum inn í bygningin at leita og bjarga.

Eldur var komin í kjallarahæddini og neyðugt var at bera skjótt at. Økið er stórt, men við samstarvi og góðari hjálp frá starvsfólkunum á verkinum og sjúkraflutningstænastuni eydnaðist at finna øll aftur og at veita teimum neyðuga viðgerð, sigur Tórshavnar Sløkkilið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder