Tað var Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og virkandi borgarstjóri, sum beyð Djóralæknastovuni vælkomnari til Hoyvíkar á móttøkuni í gjár.
- Tað er avbera hugaligt at uppliva hetta, at ein tílík fyritøka finnur sær pláss her uppi í stóru handils- og bústaðargøtuni Karlamagnusarbreyt. Hetta økir munandi um frammanundan stóra fjølbroytnið – og tað dámar okkum í kommununi avbera væl, segði Annfinn Brekkstein.
- Eitt fólk, sum elskar djór, kalla vit ofta ein djóravinur. Vit kunnu tí onkuntíð hoyra fólk illneitast inn á djóravinir, tí tað kann tykjast, sum eru tey onkuntíð eru betri við djór enn við mennisku. Men so er ikki. Fólk, ið fara væl um djórini, eru aloftast sera empatisk fólk, ið eisini sýna umsorgan fyri øðrum fólkum.
- Stórsta hjálparloysið hjá tílíkum fólkum er, tá tey ikki kunnu veita skjóta og rætta hjálp. Tí hava vit upp til fleiri áhugabólkar, sum eftir førimuni royna at rætta eina hond og hjálpa, tá ástendur.
- Vit síggja millum annað stóru umsorganina á sosialu miðlunum, har túsundtals fólk í bólkum ganga saman um at stuðla og hjálpa, tá djór eru komin illa fyri ella eru burturblivin.
- Men tað týdningarmesta av øllum er tænastan, ið tit kunnu veita. Tann professionella og skjóta tænastan, sum bjargar djóralívum, sum steðgar pínslu og sum veitir rætta ráðgeving til rætta tíð. Tí frøast vit um øll nýggj tiltøk av hesum slagnum. Og staðsetingin er væl vald.
- Hoyvíkin er vorðin ein stórur býur – tá seinast ætlaðu útstykkingarnar eru lidnar her uppi í hoyvíkshaganum, verður Hoyvíkin størri enn Klaksvík. So eg haldi, vit skjótt kunnu semjast um, at tað er tíð uppá, at Hoyvíkin fær eina djóralæknastovu.
- Eg fari fari tí sum virkandi borgarstjóri at ynskja tykkum bestu eydnu við spildurnýggju djóraklinikkini her á Karlamagnusarbreyt, við bestu ynskjum um alt gott frameftir. Hjartaliga vælkomin – og hjartaliga tillukku, segði Annfinn Brekkstein at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald