Innanlands

E-sport í Margarinfabrikkini – ein royndarverkætlan

Margarinfabrikkin í Havn hevur havt eina royndarverkætlan, har seks næmingar úr ymsum 9. flokkum hava vant E-sport

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-11-17 20:59 Author image
Innsent
placeholder

Síðani mars í árhevur Margarinfabrikkin í Havn roynt eina E-sport royndarverkætlan við seks næmingum. Hetta er ein roynd at fáa ung at brúka E-sport, sum eitt aktivt positivt amboð í frítíð teirra. Næmingarnar eru úr 9.flokkunum úr fleiri skúlum í kommununi, og skulu teir ígjøgnum ymisk skeið í samband við E-sport venjingina.

Rúni Winther Johnsen, ið er venjari hjá E-sport liðnum, greiðir frá, at spælt verður í spælinum CS:GO, ið inniheldur nógvan taktik, strategiir, samskifti, muscle memory, reaktiónsevnir, logik og búskap:

- Næmingarnar skulu ígjøgnum samskiftis-, logic-, lið-, og taktikvenjingar. Og eftir hvørja venjing og aftaná hvønn dyst, skulu næmingarnar ígjøgnum eina sjálvreflektión, fyri at læra meira um seg sjálvan, og hvussu teir kunnu gerast betri til at samskifta og gera hvønn annan betri.

Rúni Winther Johnsen greiðir frá, at spælið CS:GO er heimskent, og er eitt tað mest vanliga E-sport spælið í heiminum.

- Í eitt nú Danmark bjóða tey E-sport í CS:GO í teimum flestu fólkaskúlunum, eftirskúlunum, háskúlum og frítíðartilboð - líka sum Margarinfabrikkin nú ger eina roynd í.

[object Object]

Næmingarnar hava longu roynt seg í altjóða kappingum, har teir hava spælt ímóti øðrum ungum í Danmark, Íslandi og Noregi og tað gekk sera væl. Til kappingina høvdu næmingarnar umleið 300 tímar á baki í spælinum, í meðan flestu mótstøðuliðini høvdu meira enn 6.000 tímar, og høvdu spælt í eini seks ár. Teir endaðu á einum sætta plássi út av 14 liðum.

Næmingarnar høvdu í fyrsta umfarið navngivið liðið “Mammusafabrikk” eftir Margarinfabrikkini, men síðani hava teir skift navn til “Ragnarok”, tí at teir høvdu eitt ynski um at gera liðnavnið meira føroyskt.

Leikarar á liðnum “Ragnarok” eru:
Mathias “Si1van” Lassen (AWP’er)
Aron “Helmet” Hjelm (Lurker / Support)
Tórarin “Torarin200” Midjord (Support / AWP’er)
Rúni “Runivang” Vang (Entry Fragger)
(C) Jaspur “Jas to the pro” Jacobsen (Liðskipari / Zupport)

Í sambandi við pilot-projektið varð samrøða gjørd við næmingarnar, og vórðu teir á einum máli um, at teir høvdu fingið væl burturúr.

Jaspur, sum er liðskipari nú, greiðir frá at hann byrjaði sum Lurker:

- Lurker er ein sum spælir øðrvísi enn øll hini á liðnum. Lurker skal millum annað sníkja seg runt á bananum, fyri at vita um hann fær dripið mótstøðuliði, uttan at tey eru varug við tað. Rollan opnar sum oftast rundirnar, og er tann sum ger at alt spælið verður broytt.

Jaspur kom eitt sindur seinni inn á liðið, og hann helt tað verða sera spennandi frá byrjan. Hann sigur frá, at hann altíð hevur havt áhuga í E-sport heiminum, og at tað tískil lá natúrligt at gerast partur av einum veruligum E-sport liði.

Jaspur nevnir, at tá hann kom inn á liðið, var tað nokkso ógreitt hvør hansara leiklutur var, men hann fann skjótt útav, at honum dámdi best at spæla sum Lurker, fyri at hava eina serastaka ávirkan á liðið:

- Eg tók mær skjótt av at verða hjálpar liðskipari, har eg sjálvur legði stóran dent á samskifti hjá okkum øllum. Eg føldi, at vit allir høvdu spælt betri, um vit høvdu størri virðing fyri hvørjar okkara rollur vóru, og hvussu vit spæla saman sum lið. Tí setti eg mær fyri, at hava eina positiva ávirkan á liðið, við altíð at leggja mítt prei eftir á hinum leikarunum, at tosa pent, vísa virðing og ikki rópa ella tosa óneyðugt.

Sambært Jaspuri hava venjingarnar hjálpt honum nógv við tí at arbeiða í toymi, heldur enn at arbeiða sjálvur.

- Vit lærdu væl og skjótt, at man ikki kann arbeiða sjálvur – tí vit vilja allir tað sama, og saman koma vit longri. Tað hevur verið stórur munur á at spæla online og so at spæla saman í Margarinfabrikkini. At hava spælt saman sum eitt lið við venjingum og venjara, haldi eg sjálvur, at tað hevur havt eina sera jaliga ávirkan á meg sum persónur, har eg nú hugsið nógv longri enn tá eg byrjaði at spæla.

Jaspur sigur frá, at hetta hevur verið ein góð og gevandi verkætlan á fleiri økjum, t.d. viðvíkjandi reaksjónsevnum, logiskum sansi og øðrum eginleikum, og so hava teir á liðnum eisini havt sovornar stuttligar styrkivenjingar. Yvirhøvur heldur hann hesa verkætlanina verða ein jalig uppliving, sum heilt víst kann viðmælast:

- Eg vildi viðmælt øllum ungum at roynt tað – tí tað er ikki bara at spæla. Vit eru sosial, læra nógv og sjálvreflektiónirnar hava havt eina jaliga ávirkan á okkum allar. Vit tora betri at verða erligir, og vit eru nú nógv betri vinmenn enn áðrenn, tí nú síggja vit okkum sum eitt lið ið arbeiðir saman.

Tórarin greiðir frá, at hann var við frá byrjan, eftir at hava prátað við leiðaran í Margarinfabrikkini um E-sport. Hann ynskti beinanvegin at gerast partur av liðnum, tí hann metti tað verða áhugavert, og tí hann gjarna vildi brúka sína tíð og telduna til nakað positivt og verða sosialur í einum veruligum E-sport liði, heldur enn bara at spæla einsamallur online.

- Eg var liðskipari í eina tíð á liðnum, tí eg helt tað verða sera áhugavert at verða tann sum segði hvat vit skulu gera, og eisini fyri at planleggja hvussu vit spæla, nær vit venja og í tað heila tikið hava størri ávirkan á liði. Eg gav so liðskiparabandi víðari til Aron tá ið vit fóru til fyrstu kappingina, tí hann tyktist fyri mær at brenna nógv fyri at gera taktikkir og strategiir. Mín rolla á liðnum er nú Support, tí mær dámar væl at vera tann sum hjálpir hinum á liðnum at spæla betri. Mín rolla snýr seg nógv um, hvussu eg fái útført taktikkin og strategi’ina sum liðskiparin hevur givið okkum, og soleiðis kunnu vit spæla betri inni í dystinum.

Tórarin sigur at hendan verkætlanin hjá Margarinfabrikkini hevur havt stóra og góða ávirkan á hann:

- Fyri meg hevur sjálvreflektiónin aftaná hvønn dyst og venjing havt stóra ávirkan á meg. Eg haldi sjálvur, at eg havi lært nógv meira um meg sjálvan, og eisini havi eg lært nógv meira um menniskjur sum heild, tí vit práta erligt um hvønn annan, og tosa um hvat gekk galið, hví tað gekk galið - alt hjá hvørjum einstøkum. Eg haldi hetta tilboðið í Margarinfabrikkini er ein “lifesaver”, tí annars høvdu vit einki gjørt um kvøldarnar - kanska vit høvdu bara sitið heima og spælt online, men nú síggjast vit og hava tað stuttligt og læruríkt saman. KOYR Á TEAM MAMMUSAFABRIKK!!

Aron, sum eisini hevur verið við frá byrjan, var ongantíð í iva um, at hann vildi verða partur av einum E-sport toymi, tí hann hevur altíð havt áhuga í E-sport heiminum - og serliga at verða við í einum E-sport liði. Aron heldur tað verða stuttligt at kappast og gerast betri:

- Eg síggi eina bjarta framtíð í E-sporti, og eg vil gerast partur av tí við hesum liðnum í Margarinfabrikkini.

Aron hevur leiklutin sum liðskipari á liðnum, og 2nd rollan er support.

- Eg brenni fyri at gera góðar taktikkir og strategiir til liði, og mær dámar væl at analysera hvar leikarnar skulu spæla, og hvussu eg kann gera liði og einstøku leikarirnir betri. Eg fekk liðskiparabandi frá Tórarin, tí mær dámar væl at verða tann sum sigur inni í spælinum hvat vit nú skulu gera - og tá tosað vit ofta um splitt sekund avgerðir, sum broytir ein heilan dyst.

Sjálvur hevur Aron roynt at spælt onkrar online kappingar, men tað við at spæla sum eitt føroyskt lið í Margarinfabrikkini gevur nógv meira, sigur hann, tí teir eru so sosialir í og við at teir spæla á sama stað.

Yndisvenjingin hjá Aroni hevur verið samskiftisvenjing:

- Síðani vit byrjaðu hava vit allir broytt okkara verumáta totalt. Vit byrjaðu við at rópa, lítið skil var í og ofta blivu vit óðir. Nú eru vit púra róligur, vit feira hvørt win hvørja rundu, og hava sera gott team spirit. Eg havi innført, at vit eftir hvørja rundu skulu geva highfive, fyri at leggja dent á, at vit eru eitt lið - saman koma vit langt. Mær dámar væl hvussu væl vit samskifta nú, og haldi sjálvur at vit allir eru nógv betri vinmenn, meira sosialir og hava meira virðing fyri hvørjum øðrum. Vit lurtað eftir hvørjum øðrum, og vit loysa allir trupulleikar saman - eingin stendur sjálvur meira. Eg haldi at hetta tilboðið er ordiliga gott, og eg kundi næstan ikki ímynda mær hvussu tað er ikki at hava hetta tilboði meira. Tað er løgið, at hetta ikki var áðrenn, serliga aftaná at hava roynt tað.

Mathias Lassen greiðir frá, at Tórarin og hann tosaðu við leiðaran á Margarinfabrikkini um møguleikan at gera eitt E-sport tilboð. Teir søgdu henni at flestu støðini kring okkum hava tilboð um E-sport, og at teir, við fleiri vinmonnum, høvdu hendan áhugan. Tí var tað ikki meira enn natúrligt, hildu teir, at Margarinfabrikkin eisini hevði hetta tilboðið. Og tað spældi væl av, tí leiðarin Salua Manai, setti á stovn eina royndarverkætlan. Hetta varð Mattias ordiliga glaður fyri:

- Eg eri ein sera kappingarsinnaður persónur, og varð spentur uppá, at Margarinfabrikkin fór at bjóða út til eitt E-sport lið. Eg var fyrsti í kø’ini til at melda meg til, og slapp heldigvís inn. Eg legði stóran dent á, at eg ynskti at spæla í kappingar, bæði í føroyum og altjóða. Sum partur av einum liði, ynskti eg beinanvegin at gerast ein lykla spælari, fyri at geva mær sjálvum møguleikan at blíva so góður og professionellur sum gjørligt.

Mattias greiðir frá, at hansara fokus á liðnum er at spæla sín leiklut til fulnar. Og hann venur dagliga heima, bæði við liðnum og við aðrar vinmenn, sum eiga teldu heima. Hann sigur frá, at fleiri av hansara javnaldrum eiga onga teldu, og tískil gerst Margarinfabrikkin enn týdningarmiklari.

- Har eru nakrir á liðnum sum ikki eiga teldu heima, og tað ger tað enn betri, at Margarinfabrikkin kann bjóða hetta tilboði í góðum kørmum, har vit eru sosialir og læra at spæla saman.

Mattiasi dámar sera væl venjingarnar við sjálvrefleksjón, og eisini taktik/strategi venjingar:

- Tað hevur lært meg sera nógv um at brúka teldur, spæla spælið til fulnar og hvussu eg kann veksa sum persónur, við at seta meg sjálvan í gongd at læra logikk í bæði spælinum, og eisini brúka tað í skúlanum til at betra meg sjálvan. Eg eri kanska ein meira ego spælari, - tað havi eg lært ígjøgnum reflektiónina, og av tí sama havi eg lært hvussu eg kann spæla meira sum ein liðspælari, og ikki bara spæla solo. Eg dugi nú nógv betri at tosa og skilji hinar á liðnum, og tá eg spæli online nú, so havi eg eitt mál sum lið, og ikki bara hvussu eg sjálvur spæli inni í spælinum. Vit lærdu skjótt, at tá man spælir saman sum lið, arbeiðir saman, so kemur man nógv longri.

Mattias greiðir frá, at hann heldur tað verða løgið í dag, tá hann hugsar aftur til tíðina áðrenn margarinfabrikkin fekk hetta E-sport tilboðið:

- Eg havi ongantíð verið so góður við vinmennirnar sum nú, eg dugi at halda mítt “rage” niðri í botn, eg rópi ikki meira. Eg slái ikki í borði meira, eg brúki ikki keðilig orð online sum fyrr, og eg havi lært nógv um, at tað nyttar ikki at gerast óður at tapa, - men tvørtur ímóti feiri eg øll lítil wins hvørja rundu. Vit rósa hvørjum øðrum nógv nú, og tað tykist mær sum ein nýggj verð er opnað,- tað at vera góður við øll, og ikki bara taka mær av mær sjálvum.

Rúni Vang greiðir frá, at tá royndarverkætlanin byrjaði, og vinmenninir Tórarin og Mathias spurdu um hann var áhugaður at gerast partur av liðnum, so var hann var eitt sindur skeptiskur.

Ikki tí, honum hevur altíð dámt væl hugtakið E-sport, men hann visti ikki so nógv um hvat tað innibar, sigur hann:

- Eg helt í byrjanini, at vit bara fóru at spæla teldu og hugna okkum saman, men eg fann skjótt útav, at hetta handlaði um at útvikla okkum sum persónar, at læra um okkum sjálvar, læra hvønn annan at kenna og gerast betri sosialt tilvitaðir, um samskifti og um hvussu okkara verumáta kann mennast til tað positiva.

Rúni, sum venur judo, greiðir frá, at í tí ítróttini eru ógvuliga miðvísar venjingar. Men tað var eitt lítið sjokk fyri hann, tá teir á liðnum byrjaði at gera enn meira miðvísar venjingar, í samskifti, logikki og reflektións rundum.

- Tað gav so nógv meira enn ein kann seta orð á. Eg havi verið sindur meira friðaligur enn hinir á liðnum í byrjanini. Eg helt meg meira fyri meg sjálvan og spældi mítt egna spæl fyri tað mesta. Men tað kann eg ikki siga meira, tí bara aftaná 2-3 vikur, so byrjaðu hinir á liðnum at koma við konstruktivum kristiskum afturmeldingum, har vit prátaðu og lærdu um hvussu vit skulu arbeiða sum eitt lið, og hvussu eg kundi blíva betri sum leikari og spæla saman. Vit geva øllum hvørjum øðrum feedback, og tað er sera stuttligt og mennandi. Tað er løgið, at man ikki ger tað í øðrum lærugreinum, sum til dømis í skúlanum.

Yndisvenjingin hjá Rúna heldur hann, er tá teir venja inni í spælinum hvør sær.

- Mær dámar væl, at seta meg inn í spælið, koyra musikk í oyrini, og so hita nógv og leingi upp í ymsu bananum vit læra okkum, og so fórdjúpa meg í tað. Mær dámar eisini sera væl taktikkin í spælinum, har vit allir saman læra okkum hvussu vit kunnu kasta við granadum ávís støð, soleiðis at mótstøðuliði ikki fær spælt so væl ímóti okkum. Eg haldi tað vera áhugavert, tí so leggja vit eina góða byrjan til alt liðið samlað, og kunnu útføra okkara strategi og taktik í felag.

Til endans í samrøðuni kemur eisini Rúni inn á týdningin av venjingunum við sjálv-refleksjón:

- Hon hevur nokk givið okkum nógv meira enn vit kunnu seta orð á. Vit læra at práta erligt saman, fortelja hvat vit kunnu gera betri og rósa okkum fyri alt tað lítla sum vit gera gott. Eg havi ongantíð gjørt tað áðrenn eg var partur av E-sport liðnum, og man burdi gjørt tað til nógv fleiri ting enn bara E-sport”, sigur Rúni Vang at enda.

[object Object]
Salua Manai (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Leiðaranum í Margarinfabrikkini, Salua Manai, sigur soleiðis um verkætlanina:

- Eftir at hava fylgt E-sport verkætlanini í eitt gott ár nú, havi eg m.a. lært og sæð hvat ein felags áhugi fyri einhvørjum kann gera við ungu dreingirnar. Tað at kenna seg sum ein part av einum felagsskapi, og at kenna seg týdningarmiklan, vita vit, er avgerandi fyri hvussu vit trívast sum menniskju. Rúni, venjarin hevur megnað at givið hesum dreingjunum eina kenslu av øllum hesum og tað síggja vit aftur í samrøðunum við teir.

- Tað sum teir venja, er ikki bara spælið sjálvt sum teir spæla, men í stóran mun lívsførleikar, sum teir kunnu nýta aftur í teirra skúlalívið eins og frítíðarlívið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder