Innanlands

Fámjinstunnilin liðugur á sumri 2024

Fyrsta skotið varð latið av mikudagin

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2022-11-20 18:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani 1939 hevur einsporaði, bratti og smali vegurin verið einasta lívæðrin hjá fámjinginum til restina av oynni, men mikudagin varð hol sett á at gera Fámjinstunnil.

Elsti borgari í Øravík lat seinasta skotið av fyri tunlinum, og á sumri 2024 skal vera koyrandi.

- Allir tunlar, sum vit fara undir, broyta lívið á teimum støðum, sum verða knýtt saman. Hjá teimum Norðanfyri Fjall verður tað ein stórur lætti, tá nýggju tunlarnir verða lidnir, fyri Dalbingar fer tunnilin at lætta munandi um, og her vit í dag standa, fer Fámjin á sumri í 2024 við eitt at gerast ein integreraður partur av Suðuroynni, segði Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, tá hann bar fram røðu í Øravík mikudagin.

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin far alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag. Tað er LBF, ið hevur staðið fyri prosjekteringini av verkætlanini.

Avtalan við J&K Petersen er á umleið 150 mió kr, men samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina, er mettur at vera 207 mió kr. Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, ið er alt arbeiðið, við eitt nú ljósum og trygdarskipanini.

Sí myndir sum Landsverk tók mikudagin:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder