Fimm stórir hvalir hugnaðu sær í dag í Tangafirði. Talan var avgustar, og teir vóru umleið 15 metrar langir.
Jens Mortan Rassmussen og sonurin Sonni í Króki Rasmussen vóru framvið við báti seinnapartin. Eina løtu gjørdist tað kanska heldur spennandi, tí meðan teir lógu stillir vendi ein hvalur í móti bátinum og rendi á hann.
- Alt skalv, men eitt fantastiskt upplivilsi, sigur Jens Mortan Rasmussen um hendingina.
Jens Mortan Rasmussen greiðir frá, at tað ikki er ofta, at slíkir hvalir koma inn á firðirnar. Seinast var í 2015, heldur hann.
Avgustar liva í umleið 70 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald