Framsókn vil gera íløgur í framtíðina

Høvuðsboðskapurin í valskránni hjá Framsókn til løgtingsvalið er, at flokkurin vil gera íløgur í framtíðina og loysa teir trupulleikar, sum borgarar ikki megna einsamallir. 17 valevni eru uppstillað

Seinrapartin mikudagin legði Ruth Vang, forkvinna, valskránna hjá Framsók fram í Kaffihúsinum í Havn. (Mynd: Sverri Egholm)

Seinrapartin mikudagin legði Ruth Vang, forkvinna, valskránna hjá Framsók fram í Kaffihúsinum í Havn. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-23 15:21 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Seinrapartin mikudagin legði Framókn sína valskrá fram og kunngjørdi valevni til løgtingsvalið, ið verður 8. desembur. Hann er fjórði politiski flokkur at gera tað. Ruth Vang, forkvinna, legði fram.

Valskráin er sett upp í níggju punkt, sum yvirskipað kunnu sigast at snúgva seg um, at mann vil gera íløgur í framtíðina. Flokkurin sigur seg vilja vera við til at loysa teir trupulleikar, sum borgarar ikki megna sjálvir, og soleiðis geva fólki bestu karmar at fylgja dreymum og málum. Yvirskriftin er „Einar framkomnar Føroyar“

Bústaðartrot
Fyrsta punkt hjá Framsókn snýr seg um bústaðartrot. Flokkurin vil m.a. seta ferð á at smíða leigubústaðir og uppraðfesta lestraríbúðir.

Harafturat verður víst til, at nógv hús standa tóm kring landið, sum kommunur hava útreiðslur av. Kommunur skulu fáa heimild at krevja hóskandi gjald frá húsaeigarum, sum ikki rinda skatt í kommununi.

Rentustuðulsskipanin ávirkar prísirnar uppeftir og livur ikki upp til sítt endamál longur. Hon eigur at verða avtikin í stigum.

Grønar, sjálvbjargnar og sjálvberandi
Framsókn heldur tað bara vera ein spurning um tíð, til Føroyar kunnu vera sjálvbjargnar í orkuframleiðslu. Framleiðsla og nýtsla av orku bæði á landi og sjógvi fer um fá ár at stava frá grønari orku. Skatta- og avgjaldsskipanir skulu stuðla undir, at bæði borgarar og vinnulív velja grønar orkuloysnir.

Stórur prísvøkstur rakar hart og etur burtur av keypiorkuni hjá samfelagnum. Framsókn vil hjálpa teimum, sum eru ringast fyri. Ábyrgdarleysur fíggjarpolitikkur er skaðiligur fyri langtíðarhaldførið í samfelagnum, og tí vil Framsókn hava eitt sonevnt fíggjarpolitiskt regluverk, sum landsmyndugleikar skulu fylgja.

Ríkisveitingin eigur at verða niðurlagað yvir eitt áramál, tí at ein dagur fer at koma, tá ríkisrættarstøða Føroya aftur verður til viðgerðar. Tá skal ríkisveitingin ikki vera nøkur forðing. Slík niðurlaging kann vera skipað í einum fíggjarpolitiskum regluverki.

Tá ið vit spurdu um møguligar yvirtøkur, sum Framsókn vildi gera, nevndi Ruth Vang loftrúm, sum hevur verið viðgjørt seinastu tíðina, og útlendingamál, ið er blivið meiri aktuelt, nú ið fleiri útlendingar eru komnir til landið at arbeiða.

Vinnuligt fjølbroytni og útbúgving
Sum útgangsstøði eigur vinnuligt virksemi at verða rikið á privatum grundarlag. Hitt almenna kann hava ein leiklut, men hann skal vera avmarkaður og eggja til, at vinnan er burðardygg og fjølbroytt. Fiskivinnan og alivinnan hava samfelagsábyrgd í mun til útlutaða tilfeingið.

Eitt vællært og upplýst fólk er grundleggjandi fyri eitt nútíðarhóskandi samfelag, og tí mugu yrkisútbúgvingar og bókligar útbúgvingar raðfestast, heldur Framsókn m.a.

Valevnini eru hesi:
Annika Samuelsen,
Árni M. Dam,
Birita Arge,
Bjarni K. Petersen,
Christoffur G. Nielsen,
Hanna Jensen,
Hilbert K. í Grógv,
Jákup Petur Eliasen,
Jógvan W. Olsen,
Karlot Hergeirsson,
Kristian Clementsen,
Oda W. Andreasen,
Oddvør Dahl,
Rani H. Midjord,
Ruth Vang,
Sólvit Nolsø,
Súsanna Olsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder