2023-05-30 13:51
130 metrar langa franska ferðamannaskipið Le Bellot bar við grótkastið við Delta Seafood, tá skipið skuldi leggja at bryggju á Tvøroyri fyrr í dag.
Midlar.fo hevur tosað við Tvøroyrar Havn, sum upplýsir, at skipið ikki hevur fingið stóran skaða og lekur ikki.
Nógvur vindur er á fjørðinum, og sleiparin Samson hjá Mest er á veg suður og skal hjálpa Le Bellot at leggja at.
Umleið 100 fólk eru umborð, veit midlar.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald