placeholder
Mentan

Fýra nýskapandi norðurlendsk nøvn á G

Phlake, Vök, Noah Carter og Yaeger eru komin afturat á plakatina

2019-06-07 10:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú fimm vikur áðrenn G! Festivalin, kann festivalurin kunngera, at fýra av stórunorðurlendsku nøvnunum fara at spæla á G!

Talan er um Phlake, Vök, Noah Carter og Yaeger.

Phlake eru ikki ókendir ímillum G! fjepparar. Í 2016 stóðu teir, sum ein rímuliga ókend donsk duo, og lýstu upp á sandinum við tónleiki av teirra fyrstu fløgu “Slush Hours”. Í 2018 vóru teir mest spældi danski bólkurin í DR. Phlake fer at spæla á sandinum hóskvøldið á G!

Noah Carter hevur lyft danskt hipp hopp á eitt altjóða støði. Fyribils hevur hann argað heimin við nøkrum fáum útseldum konsertum og útgávum. Tónleikurin er myrkur og tekstirnir eru livandi. Noah er tað næsta stóra á danska rapp pallinum, halda fyrireikararnir av festivalinum. 

Vök erein íslendsk elektronisk dreymapopptrio, sum hevur fingið altjóða viðurkenning fyri útgávuna “In the Dark”, ið kom út í ár. Talan er um nýskapandi, væl hugsaðar atmosferiskar ljóðmyndir, sum fara at kína hvørjum sandkorni á Gøtusandi fríggjakvøldið á G!

Við Yaeger fær G! Festivalurin vitjan úr komandi ættarliði í svenskum popptónleiki. Yeager blandar tað besta úr svenskum poppi saman við amerikanskum hugburðsløddum R&B tónleiki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder