Innanlands

Myndir: Fyri fyrstu ferð í rutuflúgving millum Føroyar og USA

Fyrstu rutuflúgvarin hjá Atlantic Airways lendi stutt fyri klokkan 19 lokala tíð á Stewart flogvøllinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-23 03:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í kvøld lendi Atlantic Airways á fyrsta sinni í rutuflúgving á Stewart International Airport, sum er nærhendis New York.

Hetta var um 19-tíðina lokala tíð.

Túrurin tók nakað yvir seks tímar og umborð vóru umleið 70 fólk.

Lítið hátíðarhald var á flogvøllinum í sambandi við fyrsta túrin, og fagnaður var, nú Atlantsflog hevur tikið upp flúgving millum Vágar og New York bý.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, og Bjarni Kárason Petersen, løgmálaráðharri, kliptu snórin saman við umboðum frá floghavnini.

Fimm túrar verða gjørdir vestur um hav til býin, sum ongantíð svevur.

Stórur tíðarmunur er á New York og Føroyum. Klokkan er trý um náttina í Føroyum, men í New York er klokkan bara 22 í skrivandi stund.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder