Innanlands

Fyrstu prógvini í tænastubúskapi í Føroyum

37  lesandi á Hærgi Námi á Glasi fingu prógv í farnu viku

2022-06-28 07:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað var stórur dagur á Hægri Námi á Glasi týsdagin í farnu viku, tá 37 lesandi fingu prógv eftir at hava staðið fíggjarbúskap og tænastubúskap og fyrra part av HD. Av teimum 37, sum fingu prógv, vóru 16 lesandi, sum eru tey fyrstu nakrantíð, sum fingu prógv í tænastubúskapi í Føroyum.

Fíggjarbúskapur og Tænastubúskapur eru yrkisakademiskar útbúgvingar, sum taka tvey ár, íroknað starvsvenjing og próvtøkuverkætlan, og eru rættiliga vinnuvendar. Tær gera í stóran mun tey lesandi til reiðar til at arbeiða í privata geiranum.

Tænastubúskapur er ætlað øllum, sum starvast innan tænastuvinnuna ella hava áhuga í at menna hesa vinnu. Útbúgvingin er nevnd beinleiðis í nýggja álitinum um vinnuferðavinnu, sum Tórshavnar Kommuna legði fram fyrr í juni. Nýggjar útbúgvingar eru eisini ein týðandi táttur í teimum 164 ítøkiligu tilmælunum, sum Vakstrarforum legði alment fram tann 14. juni í ár.

Á hátíðarløtu fyri teimum lesandi, legði gestarøðarin, Helena Dam á Neystabø fyri við at undirstrika týdningin av útbúgving og førleikamenning í einum samfelag, har broyting er einasti konstanturin.

Steinbjørn Hardlei, rektari, sum hevur sitið í arbeiðsbólki í samband við frágreiðingarnar hjá Vakstrarforum, vísti á, hvussu týðandi tað er, at vit menna nýggjar útbúgvingar, sum stimbra førleikar, sum føroyska samfelagið tørvar - og at hesar útbúgvingar kunnu nemast her. Á Hægri Námi á Glasi eru ætlanir um at stovna nýggjar útbúgvingar á hvørjum ári og sostatt økja um lestrarmøguleikarnar.

Í august byjra fleiri spennandi útbúgvingar á Hægri Námi. Fyri tey, sum koma av miðnámi, eru liðug at læra ella ynskja at útbúgva og menna seg víðari, bjóðar Glasir hesar útbúgvingar:

  • Tænastubúskap (hotell og matstovur, ferðavinna, events, ítróttur, almennar tænastur o.a.)
  • Fíggjarbúskap (bankar, trygging, sethúsasøla og búskapur)
  • HD (grannskoðan, bankar, trygging, búskapur o.t.)

Tænastubúskapur og fíggjarbúskapur eru yrkisakademiskar útbúgvingar, sum geva 120 ECTS-stig. Tær taka tvey ár, og geva, umframt beinleiðis arbeiðsførleikar, eisini møguleika at lesa víðari til professiónsbachelor. Tær geva eisini lestrargóðkenning (meritt) til aðrar bachelorútbúgvingar.

Fríða Weyhe, lesandi á tænastubúaskapi, segði í røðu á hátíðarløtuni, at tað hevði verið ein frægd at upplivia, hvussu væl vinnnan hevur tikið ímóti teimum lesandi, bæði í starvsvenjing og á teimum yvir 20 virkisvitjanum, tey hava verið á seinastu tvey árini. Hon vísti á, at samstarvið við lærarar og fyritøkur og samanhaldið millum tey lesandi - sum eru í ymsum aldursbólkum - hevur gjørt lestrartíðina bæði stuttliga, mennandi og fakliga avbjóðandi.

Nýggir flokkar fíggjarbúskapi og tænastubúskapi byrja í august, og umsóknarfreist er 1. juli.

Tíðindaskriv frá Glasi

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder