2023-07-21 10:06
Seinastu snøklarnir verða nú gjørdir í nýggju Havnará. Girðingin sum var kring arbeiðsøkið varð í nátt tikin niður, og nú síggja havnarfólk og øll hini aftur rennandi vatn í miðbýnum.
Havnará varð lokað á leiðini frá Ebenezer fram við Tinghúsinum og oman á Vaglið fyri umleið 60 árum síðan, og hendan áin rennur omaná Havnará.
Verkætlanin kostar beint omanfyri 14 milliónir krónur.
Í morgin leygardagin frá klokkan 10:45 verður stórt hátíðarhald í sambandi við at Havnará er latin upp. Snórurin verður kliptur klokkan 11:25.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald