Innanlands

Heðin Mortensen kommandørur av Dannebrog

Borgarstjórin fekk á 50 ára degnum stóran heiður frá Margretu drotning

Heðin Mortensen og Lene Moyell Johansen (Mynd: Sverri Egholm)

Heðin Mortensen og Lene Moyell Johansen (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-03 17:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Móti endanum av almennu móttøkuni í Høllini á Hálsi, í sambandi við at Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur sitið í býráðnum í 50 ár, trein ríkisumboðið í Føroyum, Lene Moyell Johansen, á pallin.

Við sær hevði hon stóran heiður frá Margretu drotning.

Heðin Mortensen er nú “Kommandør af Dannebrog”. fyri sína trúgvu tænastu. Hetta er sami heiður sum Edmund Joensen móttók í 2005.

76 ára gamli borgarstjórin var tikin av bóli av hesum, og takkaði eisini fyri at so nógv vóru komin at heilsa uppá hann á stóra degnum.

Sí eisini: Myndir: Heðin Mortensen heiðraður á Hálsi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder