Innanlands

Her er lekin í Klaksvík

Nú er stongt fyri vatninum, og kommunan arbeiðir við at umvæla brekið

(Mynd: Eyðun Høgnesen)

(Mynd: Eyðun Høgnesen)

2021-05-06 11:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Drekkivatnið stóð í strálum niðan á Stangarvegin norðan fyri Kósina, tá tað knappliga kom brot á kommunala vatnleiðningin við Ánagjógv í morgun.

Skrúvað er nú fyri vatninum, og fólk frá kommununi eru farin undir at skifta oyðilagda partin av vatnleiðingini út. Enn ber ikki til at siga, nær vatnið aftur rennur sum vanligt til virkir og húsarhald í Klaksvík.

Hesi økini liggja í vatnloysi: Øll eystara síða í Klaksvík, Ánirnar, Norðhavnin, Norðoyri og teir niðastu partarnar á vestaru síðu í Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder