Mentan

Hugnaligt jólaborðhald fyri búfólk á eldraøkinum

Ítrivsfólkini hjá Tórshavnar kommunu skipaðu í gjar fyri jólaborðhaldi í Dansifrøi fyri búfólkum á eldraøkinum

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-12-03 19:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vóru nýggju ítrivsfólkini hjá Tórshavnar kommunu, sum skipaðu fyri hugnaligum jólaborðhaldi í Dansifrøi fyri búfólkum á eldraøkinum fyrrapartin í gjár. Hetta var ein sera hugnalig løta, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var við. Hann greiddi frá, at í summar samtykti býráðið at seta tvey starvsfólk burturav, hvørs uppgáva er at skipa og stuðla undir aktivitetir, sum stimbra og skapa innihald í gerandisdagin hjá búfólkunum.

- Tað gleðir meg at síggja tær sum fyrireikarar her i morgun – og tað gleðir meg at síggja, at nú eru vit í praksis farin undir at skapa meira innhald í gerandisdagin hjá eldru borgarunum, sum búgva á bústovnum hjá kommununi. 

- Hugsanin var júst, at umframt aktivitet í dagligdegnum, so skuldu hesi ítrivsfólkini vera við til at skipa størri tiltøk sum útferðir, jólahald, fastalávintshald og annað. Aktivitets- ella ítrivsfólkini á eldraøkinum arbeiða undir slagorðunum “Virkin og vakin – alt lívið”.

- Tær eru byrjaðar at koma út á ellis- og røktarheim í kommununi, at skapa "stjørnuløtur", og soleiðis leggja dent á heilsustimbran hjá húsfólkunum, og eisini at skapa eina kenslu av felagsskapi.

- Vit hava sæð búfólk verið túr við bátinum Rescue Lív, haft hugnaløtur, verið á café, koyrt busstúrar og verið gongutúrar í plantasjuni, umframt at menn hava haft undirhús, har teir hava hitst til prát við aðrar menn.

- Hetta ger eisini, at mong fáa høvið at sleppa ein túr í býin hesar dagarnar og síggja, hvussu ótrúliga hugnaligur okkara jólapyntaði býur er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder