Innanlands

Ikki meiriluti fyri at loyva barnalegum í summar

Spyr.fo: Serliga foreldraaldursbólkurin – tey 30 til 44 ára gomlu – eru ímóti

Nesvík (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Nesvík (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-03 12:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meirilutin av føroyingum er ikki heilt samdur við Jenisi av Rana, landsstýrismanni við mentamálum og hansara áheitan til brøðrasamkomurnar og heimamissiónina um at broyta avgerðina um ikki at hava barnalegur í Vatnsoyrum og Nesvík í summar.

Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fríggjakvøldið vórðu tey spurdu biðin um at taka støðu til hesa útsøgn: ”Summarlegurnar Nesvík og Zarepta áttu at broytt støðu og hildið barnalegur í summar”.

Tilsamans søgdu 46,4 prosent seg vera ósamd og 31,6 prosent søgdu seg at vera samd. Heili 22 prosent svaraðu ’veit ikki’.

Foreldrini ímóti
Tá hugt verður nærri at gølunum, so sæst, at størsta mótstøðan móti at hava barnalegur í summar finna vit í aldursbólkinum 30 til 44 ár. Hetta er áhugavert, tí hetta eru tey, sum senda børn síni á summarlegur – foreldrini.

Í hesum aldursbólki eru tað 61,1 prosent, ið eru ósamt og bert 23 prosent, sum eru samd.

Tølini býtt á aldursbólkar síggjast á talvuni herundir. Trýst á myndina fyri at fáa hana størri.

Veljarakanningin hjá Spyr.fo varð gjørd fríggjakvøldið 29. mai. Hon byggir á 500 svar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder