Mentan

Jassarnir í holt við staklag

Teir eru bara 13 ár, men hava longu spælt saman í fleiri ár. Nú er nýtt staklag á veg

2020-07-04 19:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um tú gongur framvið bátahylinum á Skálatrø hetta vikuskiftið og hoyrir harðan tónleik úr einum vøkrum hvítum grótbygningi, so er tað ikki undarligt.

Jassarnir, ið vunnu Stella Polaris tónleikakappingina í sínum aldursbólki í februar 2020, eru farnir at framleiða teirra fyrsta staklag í Studio Bloch.

Teir eru 13 ára gamlir og byrjaðu sína tónleikaferð á Eystanstevnu 2018 og hava hildið á síðani. Jassarnir gleða seg at sleppa aftur á pall seinni í summar, har teir m.a. luttaka á Laksatorginum og á setanini av Mentanarvikuni í Runavík.

Bólkurin er mannaður av Áron Poulsen á el-gittara, Beinir Grønagarð á trummum, Róki Troest Rasmussen á bassi og Leivur Lassen á vokali. Lagið, ið verður framleitt í løtuni og sum teir sjálvir hava smíðað eitur Live it through a beat”. 

Við sær í studio hava teir Beinir Troest Rasmussen, sum tekur sær av regluligu venjingunum, og tónleikaframleiðaran Hans Poulsen. Her eru nakrar myndir úr upptøkuhølunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder