Mentan

Jólamenn á rennifjøl, jólasangir og hugnaligur nissutúrur

Jólafepur í Vági seinnapartin

2021-12-23 11:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag Tollaksmessudag er sannur jólafepur og vit hoyra um nógv jólalig tiltøk runt um í Føroyum samstundis sum jólatónleikurin rungar ymsastaðni. Í Vági er einki undantak hesum viðvíkjandi, og seinnapartin fara jólamenn at reika runt fram við høvðusvegnum og fjálga um og stuttleika sær. Hesir jólamennirnir, ið hava gingið um dalar og fjøll, hava til hjálpar leita sær fram nakrar rennifjalar fyri at koma runt í bygdini.

Ætlanin hjá jólamonnunum er at byrja við nýggja skúlaheimið hjá Ítróttarháskúlanum, og hiðani liggur leiðin út eftir høvuðsvegnum til Miðlatún, sum er kunningarstovan mitt í bygdini.

Tá ið komið er til Miðlatún beint áðrenn klokkan 16 fara teir at lurta eftir jólatónleiki, sum kendi dansibandskongurin Hans Jacob Hjelm kemur at syngja. Men ikki bert er tað til tey eldru er tónleikurin, tí eisini fara teir báðir Bergur og Finn at skemta og syngja bæði fyri og saman við børnunum.

Til seinast í tiltakinum koma limir úr rørslufelagnum Hvistuni at bjóða okkurt til tey vitjandi, og síðani verður ein nissuheilsutúrur (vælkomin at hava nissuhúgvu við) har øll ganga, renna, súkkla ella trilla í 15 minuttir, áðrenn tey so venda og leggja leiðina aftur til Miðlatún í alt einans 30 minuttir, og sum er í tráð við ABC-fyri sálarheilsu átøkini um at vera virkin, saman og hugbundin.

Skráin fyri tiltakið í Vági í dag sær soleiðis út:

Tiltakið byrjar umleið kl. 15, tá ið jólamenn fara á ferð, og eru teir við Miðlatún beint áðrenn kl. 16 tá ið tónleikur og sangur fer at merkja næsta hálva tíman. Kl. 16.30-17.00 er nissutúrur á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder