2023-08-25 17:41
Seinastu dagarnar hava tey stákast óført á Viðareiði at gera klárt til nýggja festivalin í bygdini. Nógvir kampingarvognar eru komnir, pallur og telt eru sett upp, og annars er bygdin í festivalhýri.
Av konsertum kunnu nevnast Kristina Bærendsen, Sámal Ravnsfjall, Páll Finnur Páll, Tinganest og Grandma's Basement.
Bussar koyra millum Klaksvík og Viðareiði. Og í sambandi við hesa bussrutuna koyrir náttarbussur til Havnar um sunnumorgunin.
Myndirnar á Viðareiði í dag tók Birgir Waag Høgnesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald