Mentan

Komandi Hotel Tórshavn vekir ans millum arkitektar

Tekningarnar hjá Ósbjørn Jacobsen endurgivnar á fleiri fakligum heimasíðum

(Tekning: Henning Larsen Architects)

(Tekning: Henning Larsen Architects)

2019-03-21 15:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Í okkara leitan eftir einum súmboli fyri eina opna og virkna rammu til forhøllina, hava vit funnið íblástur í undirsjóvar hellum og látrum, sum finnast kring oyggjarnar. Okkara sniðgeving umboðar føroysku undirgrundina, helluna, sum býarlívið sker seg ígjøgnum á niðjastu hædd”.

Nakað soleiðis lýsir arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, verkætlan sína at tekna uppíbyggingina til Hotel Tórshavn í miðbýnum í Havn.

Tekningar hansara vekja nú ans og eru endurgivnar á fleiri heimasíðum á netinum, sum skriva um arkitektur og sniðgeving.

Orsøkin er, at danska arkitektastovan, Henning Larsen Architects, sum arkitektastovan hjá Ósbirni Jacobsen í Gøtu er partur av, hevur skrivað grein um hotellið á heimasíðu síni.

Og søgan verður nú endurgivin á rættiliga nóvum altjóða síðum. Og tað serliga hotelmóttøkan út móti Tórsgøtu, sum vekir ans við sínum avrundaðu súlum, bert innrammað við glasi, so tað sær út til at hotellið omanfyri næstan sveimar, meðan kenslan í sjálvari móttøkuni og frá Tórsgøtu skal upplivast sum eitt helli í fjallinum.

Millum miðlarnar, sum skriva um hotellið er designboom.com, archdaily.com, dezeen.com og hotelnewsresource.com.

Tað, at søgurnar frá teknistovuni hjá Henning Larsen verða endurtiknar á hópin av arkitektasíðum á netinum, er ikki nakað nýtt. Sama gjørdi seg galdandi, tá eitt annað sermerkt byggjarí hjá Ósbirni Jacobsen varð lýst, nevniliga ráðhúsið í Norðagøtu .

Útbyggingin av Hotel Tórshavn umfatar 4.500 fermetrar. Talan er um eina útbygging norðureftir/niðaneftir og eina umbygging av núverandi hotelli, so tað verður uppstigað út trýstjørnað- til fýrastjørnað hotell.

Einki verður sagt um, nær farið verður ígongd við byggingina.

Les eisini: Hotel Tórshavn verður tvífaldað 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder