Mentan

M. A. Jacobsen fyri ”Ikki fyrr enn tá”

Oddfríður Marni Rasmussen fekk M. A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir

2019-10-03 17:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lærarin og rithøvundurin Oddfríður Marni Rasmussen varð fyri løtu síni heiðraður við M. A. Jacobsens virðislønini fyri fagrar bókmentir.

Hann fær heiðurin fyri skaldsøgu sína ”Ikki fyrr enn tá”. Talan er um vinnaran av skaldsøgukappingini, sum bókhandlarar og bókaútgevarar skipaðu fyri í fjør.

Meira um skaldsøguna her 

Hetta er aðru ferð Oddfríður Marni Rasmussen fær bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens – hann fekk somu virðislønina í 2000 fyri yrkingasavnið Rás/Sár.

Hann hevur eisini fyrr móttikið M. A. Jacobsen virðisløn fyri mentanaravrik fyri útgávuna av bókmentatíðarritinum Vencil.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder