Innanlands

Minesto sjóvarfalsorka skjótt veruleiki

Samstarvið hjá Minesto og SEV um sjóvarfalsorku í Vestmannasundi er nú komið væl áleiðis

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-06-29 11:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samstarvið hjá Minesto og SEV um sjóvarfalsorku í Vestmannasundi er komið væl áleiðis. Fyrri av tveimum drekum er komin til landið og stendur í Vestmanna, og fólk hjá Minesto eru í Vestmanna og arbeiða við at fyrireika og binda DG100 sjóvarfalstøknina við elnetið hjá SEV.

– Toymið ger eitt stak gott arbeiði, og vit síggja fram til týðandi varðan fyri framman, tá okkara slóðbrótandi tøkni fer at framleiða el úr sjóvarfallinum inn á føroyska elnetið, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri hjá Minesto sambært heimasíðuni hjá SEV.

Omanfyri sæst eitt stutt filmsbrot frá fyrireikingunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder