Tað hevur verið væntað síðan Olaf Scholz, samveldiskanslari, koyrdi fíggjarmálaráðharran úr embætinum í november, men nú er tað greitt, at týskarar skulu á tjóðartingsval 23. februar
Samveldiskanslarin tapti seinnapartin eina misálitatkvøðugreiðslu við 394 atkvøðum í móti sær, meðan 207 atkvøddu fyri at hann heldur fram, skrivar DR.
Tað hevur leingið verið samstarvstrupulleikar í stjórnarsamstarvinum millum libera FDP-flokkin, grøna flokkin og sosialdemokratarnar, SPD, við Scholz á odda. Trupulleikarnir gjørdust veruligir, tá Scholz tók avgerð um at senda fíggjarmálaráðharran, Christian Lindner, úr liberala FDP-flokkinum heim.
Eftir ætlan skuldi valið til týska samveldistingið vera í september – nú verður tað í februar í staðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald