Innanlands

Myndir: Drotningin vitjar í Svínoy

Margreta drotning kom til Svínoyar við tyrluni fyrrapartin - um eina løtu gongur leiðin víðari til Fuglafjarðar

Heri Joensen, prestur, upp á tveymanshond við hennara hátign, greiðir frá søguligum viðurskiftum í Svínoy (Mynd: Jógvan Horn)

Heri Joensen, prestur, upp á tveymanshond við hennara hátign, greiðir frá søguligum viðurskiftum í Svínoy (Mynd: Jógvan Horn)

2021-07-16 13:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svínoyarbygd var stákað upp, nú hon fekk kongaliga vitjan í dag.

Margreta drotning kom við tyrlu úr Havn, og komin til Svínoyar fekk hon høvi at uppliva stásiliga minnismerki Dropan yvir fólk, sum hava latið lív á sjónum og í berginum seinastu 300 árini.

Eisini vitjaði drotningin í dansistovuni í bygdini.

Um eina løtu setist drotningin aftur í tyrluna, ið skal flúgva hana til Fuglafjarðar, har vitjað verður restina av degnum í dag.

Myndirnar úr Svínoy hevur Jógvan Horn tikið:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder