Innanlands

Myndir: Fullskalavenjing á Bíggjarvegnum

Vant var, at eitt flogfar, sum skuldi fara á flog misti kraftina, og datt niður á Bíggjarvegnum

2022-09-20 19:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvir ymiskir partar vóru við í stórskalavenjingini hjá Vága Floghavn seinnapartin og í kvøld. Vant var, at eitt flogfar, sum var farið av flogvøllinum í Vágum misti kraftina, og ferð fekst ikki á.

Flogfarið datt tí niður í Sørvagi og út eftir Bíggjarvegnum.

Sum tað sæst á myndunum, var hetta ein umfatandi venjing, og nøkur hundrað fólk tilsamans vóru við.

Hetta er ein so nevnda fullskalavenjing, sum verður gjørd fjórða hvørt ár.

Myndirnar niðanfyri eru tiknar seinnapartin oman yvir venjingarøkið tá venjingin fór í gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder