Innanlands

Myndir: Gjái – nýggi dagstovnurin við Gøtugjógv

Pláss verður fyri 60 barnsgarðsbørnum og 52 vøggustovubørnum í nýggja stovninum

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2023-08-18 17:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hósdagin var almenn móttøka við Gøtugjógv, tá ið nýggji dagstovnurin hjá Eysturkommunu, Gjái, var tikin í nýtslu.

Eini 300 fólk vóru komin at at hyggja eftir snotiliga bygninginum, sum gøtumaðurin, Ósbjørn Jacobsen arkitektur, hevur teknað.

Umframt Per Martin Gregersen, borgarstjóran, so hildu Rannvá R. Hentze, leiðari á Gjáa, Ósbjørn Jacobsen arkitektur, Marjun Andreasardóttir, forkvinna í umhvørvis- og trivnaðarnevndini í Eysturkommunu og umboð fyri MT Højgaard í Føroyum, røðu.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, segði í síni røðu, at á stovninum er pláss fyri tilsamans 112 børnum – 60 barnagarðsbørnum og 52 vøggustovubørnum.

Vøggustovurnar eru í erva, meðan barnagarðsstovurnar eru í neðra. Á stovninum koma at arbeiða millum 25 og 30 fólk, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.

(Myndir: Eysturkommuna) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder