Innanlands

Myndir: Jørgen setti grabban í

Byrjan komin á nýggjar tunlar Norður um Fjall

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-08 15:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá Jørgen Niclasen á middegi slapp at royna seg sum maskinførara, og setti grabban í fjallasíðuna á Ánunum, setti hann samstundiss hol á arbeiðið at skifta gomlu tunlarnar Norður um Fjall út.

Landsverk skipaði fyri móttøku fyri innbodnum, tá fyrsta flagið skuldi loysast, og tað var stór frøi á fólki. Ein dagur, sum serliga fólk eystan múla hava bíðað leingi eftir.

- Við nýggju tunlunum Norður um Fjall verður økið Eystan Múla av álvara flutt úr myrkrinum á víkiplássinum og út í ljósið. Heimurin stendur opin. Serliga nú Eysturoyartunnilin er latin upp, Sandoyartunnilin er á veg, og Suðuroyartunnilin er í stoypiskeiðini, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum millum annað.

Arbeiðið at gera teir báðar tunlarnar, Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin, verður mett at taka fýra ár. Nýggi Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur og níggju metrar breiður. Nýggi Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur og níggju metrar breiður.

Kostnaðurin fyri báðar tunlarnar er hálv milliard tilsamans.

Sí myndir frá tiltakinum:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder