Innanlands

Myndir: Mótmælisfólkini trongdu seg heilt inn í formansskrivstovuna

Sí myndirnar frá Capitol Hill í gjárkvøldið, tá Trump viðhaldsfólk trongdu seg inn í sjálvan tjóðartingsbygningin

Ein Trump-viðhaldsmaður í stólinum hjá Nancy Pelosi í sjálvari skrivstovuni hjá tingforkvinnuni (Mynd: EPA)

Ein Trump-viðhaldsmaður í stólinum hjá Nancy Pelosi í sjálvari skrivstovuni hjá tingforkvinnuni (Mynd: EPA)

2021-01-07 07:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eygleiðarar undrast stórliga á, hvussu tað ber til, at mótmælisfólkini, sum savnaðust uttan fyri Capitol Hill í Washington D. C. í gjár kundu fáa atgongd til sjálvan tingbygningin, tingsalin og skrivstovuna hjá forkvinnuni.

Økið er vanliga sera væl vart, og trygdartiltøkini fyri at sleppa inn eru umfatandi. Men okkurt bendir á, at varðhaldið í Capitol Hill ikki varð fyrireikað til, at ein so stórur hópur av vreiðum fólkum skuldi koma á vitjan.

Álvarsligur ruðuleiki var í tjóðartingsbygninginum eitt skifti meðan bíðað varð eftir fleiri løgreglufólkum at fáa mótmælandi Trump-viðhaldsfólkini, ið trongdu seg inn, útaftur.

Her eru nakrar av myndunum frá tí, sum hendi í gjárkvøldið. Myndirnar eru frá EPA myndatænastuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder