Mentan

Myndir: Nýggjárskonsert 2020

Myndir frá ársins nýggjárskonsert

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-01-11 23:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinna nýggjárskonsertin var í kvøld í Norðurlandahúsinum í Havn. Fyrra konsertin var í gjárkvøldið, meðan tann seinna var í kvøld, og hon var eisini sjónvarpað beinleiðis.

Á skránni var tónleikur frá Verdi, Puccini, Faure, Wagner, Carl Nielsen o.ø, men eisini tvey føroysk verk.

Atli Petersen hevur skrivað eina Fanfaru, sum eitur Klovin Klettur, og Ísak N. Jacobsen hevur skrivað ein Tango, hann kallar "Tango vónir”. Hetta varð spælt á konsertini.

Í ár var forkunnug vitjan úr Mariinsky Operahøllini í St. Patursborg viå Yekaterina Solovyova, soprani og Sergei Semishkur, tenori.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder