Uttanlands

Myndir: Ógvusligir eldar í Kalifornia

Sangarinnan Miley Cyrus er ein teirra, ið hevur mist hús og heim

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-11-12 14:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska sangarinnan Miley Cyrus er ein av teimum nógvu, ið hava mist hús og heim í ógvusligu náttúru- og skógareldunum í Kalifornia.

Sangarinnan skrivaði sunnudagin eini boð á Twitter har hon greiddi sínum 40 milliónum fylgjarum, at húsini hjá henni og unnustanum, avstralska sjónleikaranum Liam Helsworth, eru niðurbrend.

”Heilt oyðiløgd av eldunum og ávirkanina á grannalagið. Eg eri ein av teimum hepnu. Djór míni og lívskærleikin (Lov of my Life) megnaðu at sleppa út í øllum góðum, og tað er tað, sum hevur týdning nú. Húsini standa ikki longur, men minnini vit hava við familju og vinum standa sterk”, skrivaði hon.

Cyrus takkaði eisini sløkkiliðsfólkum og løgreglufólkunum og gav upplýsingar um, hvussu til ber at stuðla teimum, sum eru rakt. Higartil hava skógareldarnir kravt 30 mannalív, skrivar holywoodreporter.com.

Eisini aðrir kendir amerikanarar hava verið raktir av náttúrueldunum, eitt nú Kim Kardashian West, Raine Wilson og Alyssa Milano máttu flyta heimanífrá, tá eldarnir tóku seg upp í Kalifornia.

Eisini skotski sjónleikarin Gerard Butler er raktur. Í gjár legði hann eina selfie út á Twitter framman fyri niðurbrendu ogn síni í Malibu:

Tríggir stórir eldar herja í løguni. Camp-eldurin har norðuri í Kalifornia og Hill- og Woolsey-eldarnir í sunnara parti av statinum. Danmarks Radio skrivar, at higartil hava 23 fólk latið lív Camp-eldinum, har myndugleikarnir sigaseg hava tamarhald á 20 prosent av eldinum. Í Malibu í Suðurkalifornia hava tvey fólk latið lív.

Í býnum Paradise har norðuri í statinum eru 6.700 hús og virkisbygningar oyðiløgd í eldinum. Millum 80 og 90 prosent av øllum íbúðunum í býnum er burtur, og tað er eisini her, at tey flestu av teimum deyðu eru funnin.

Leitað verður framvegis eftir 110 fólkum. Bert tvær ferðir fyrr hevur eldur verið orsøk til so nógv mannalív – í 1933 og 1991.

Herundir nakrar myndir av oyðileggingunum frá EPA-myndatænastuni: 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder