Mentan

Myndir: Skúlin við Streymin vígdur

Sí myndirnar frá hátíðarhaldinum

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu og Jógvan Fríðriksson, bispur (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu og Jógvan Fríðriksson, bispur (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-10-15 19:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin var hátíðarhald í Skúlanum við Streymin, har Jógvan Fríðriksson, bispur, vígdi skúlan.

Verkætlanin, sum byrjaði 1. desember 2016, er størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð. Nýggi skúlin, ið nú rúmar øllum næmingum frá 1.-10 flokk er bygdur saman við verandi skúla og má sigast at skúladepilin nú er vorðin ein sonn arkitektonisk perla í Sundalagnum.

Í skúladeplinum eru nútímans skúlastovur, serstovur, ítróttahøll, svimjihylur, fimleikahøll, musikskúli, bókasavn og stórt miðøki til felagstiltøk.

Sí myndirnar, sum Ólavur Frederiksen tók av vígsluni, sum var fyri innbodnum orsakað av koronasmittuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder