Fyrr í dag kom amerikanski herflotakavbáturin USS Delaware á Oyrareingir.
Hetta er fyrstu ferð, at ein kjarnorkurikin kavbátur vitjar føroyska havn. Líknandi før hava annars ofta verið at sæð millum oyggjarnar hesa seinastu tíðina. Hetta hevur mest verið í sambandi við manningaskifti, har bátarnir hava støðgað stutt í Nólsoyarfirði fyri síðan at fara víðari á síni leið.
Hesaferð skal kavbáturin vitja til hósdagin í sambandi við almenna vitjan. Í hesum sambandi kemur eisini amerikanski sendiharrin til Keypmannahavnar, Alan Leventhal, á vitjan í Føroyum.
USS Delaware er kavbátur í Virginia-flokkinum. Talan er um ein álops-kavbát hjá amerikansku sjóverjuni. Kavbáturin er 115 metrar langur, 10 metrar breiður og stingur 9,8 metrar.
Motorurin er ein 210 MW S9G kjarnorkurektor. Hámarksferðin er 25 míl, og manningin kann, sambært wikipedia.org, telja upp í 134.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald